VIT SETA OKKUM INN Í TYKKARA VIÐURSKIFTIVit seta okkum inn í tykkara viðurskifti, og saman við tykkum finna vit besta leistin, so vit kunnu geva tykkara viðskiftafólkum ta bestu tænastuna.
VIT LATA OKKUM Í
|
vit eru
|
#1Tú veitir tínum viÐskiftafólkum eina betri tænastuTá viðskiftafólk ringja til tína fyritøku, hava tey okkurt upp á hjarta. Tað, sum tá hevur týdning, er, at onkur tekur telefonina og lurtar eftir teimum. Tað ger ein telefonsvarari ikki, men tað gera vit. Hjá okkum eru ongar ósvaraðar uppringingar, og tú tryggjar somuleiðis, at viðskiftafólkið altíð endar í røttum hondum.
|
#2Tú fært
|
#3ViÐskiftafólkiÐ
|
Tað kann verða møtumikið at reka telefontænastu, samstundis sum tú hevur annað arbeiði fyri hondum. Vit taka telefonina fyri teg. So kanst tú hugsavna teg um tað, tú ert best til.
|
Um tit longu hava egna telefonavgreiðslu, men í stóran mun fáa fleiri afturvendandi spurningar, so kundi henda virðismikla arbeiðsmegin verið gagnnýtt á annan hátt. Latið okkum hjálpa viðskiftafólkum tykkara í fyrstu atløgu; og um vit ikki røkka til, so stilla vit um til tykkum.
|
Beinir telefonsvararin viðskiftafólkum tykkara á rætta stað, kunnu tey stundum troyttast, tá tey verða biðin um at trýsta á 1 ella 2 og síðani bíða við.
Við okkum tryggjar tú, at viðskiftafólkið verður møtt av eini blíðari rødd – 24 tímar í samdøgrinum. |